At verja hjúnaband?
Jeg veit ikki um jeg fari heilt av leið at siga, at felagsskapurin “ja til hjúnabandið” tekur undir við øllum tey lýsa við á síðu teirra, men reyðið tráðurin á síðu teirra tykist at verða “ja til” siðbundi og átrúnaðarligt hjúnaband (kristi) enn nakað annað. Mín illgruni er eisini styrktur í tí, at teirra orsøk ímóti broytingini er at varðveita eina leysa tulking av einum siðið, sum tey hava bundið, at teirra trúgv. Sum Ja til Hjúnabandið endamálsorðinging lýsir;
Ja til hjúnabandið er settur saman av fólki, sum eru í breiðari semju um siðbundnu kristnu heimsmyndina.
Til eina grein á facebook síðu teirra, har ein samkyndur úr Írlandi, Paddy Manning sigur sína áskoðan ímóti at javnseta hjúnabandið, stendur soleiðis;
“Kjakið snýr seg í veruleikanum um, hvussu týdningarmikið vit halda tað vera, at eitt barn hevur eina mammu og ein pápa í mun til tveir pápar ella tvær mammur… Um vit broyta hjúnabandið, so siga vit sum samfelag, at hesi viðurskifti ikki hava nakran týdning. Tá siga vit í grundini, at kynsliga eindin hjá manni og kvinnu ikki er øðrvísi enn eindin hjá tveimum monnum ella tveimum kvinnum. Tað er tó ein sannroynd, at bert tann fyrsta av hesum eindum kann hava avkom við sær, og tað vísir týðiliga, at hesin boðskapur er ósannur. Ymisk viðurskifti eiga heilt einfalt at verða viðgjørd á ymiskan hátt. Hjúnabandslógin brýtur tí ikki nakra meginreglu um javnrættindi.”
Manning sigur at hjúnabandið snýr seg um børn og familju. Hjúnaband snýr seg um familju, ja har kann jeg verða samdur, men sum so eisini onkursvegna er eisini tvítýtt, at innibera børn, tó ikki neyðturviliga. Í grundini, harafturímóti, snýr tað seg um tvey myndug menniskju, ið hava samtykt at at løgfrøðiliga vátta teirra parlag (uttan mun til teirra kyn), so har skal ein leinkja afturat orðingina hjá Manning og Ja til Húnabandið. Sum óivað gongur ímótið teirra átrúnað!
Týdningarmikið er óivað, at børn hava eina mammu og ein pápa, ella somuleiðis líka, ella meira týdningarmikið at tey hava góð og ábyrgdarfull foreldur uttan mun til teirra kyn, ella um tey eru lívfrøðiliga í ætt við hvørt annað. Kjarnufamiljan er ikki neyðturvilig og ei heldur nýtilig, tá ið tosað verður um børn og teirra tørv í einum góðum familju umhvørvi. Sum øll kenna og vita óansæð um tey eru fyri ella ímóti, so er familjan fjølbroyt! Men um tað áðurnevnda er ein próvførsla fyri at varðveita síðbundna og kristna hjúnabandi, sum nakað betri og skal verða galdandi fyri øll, so slær tað feil. tí hjúnabandið er ongin trygd fyri hasum mynstrinum, ella fatanin harav. Fólk kunnu skiljast, fólk eru einstøk foreldur, eitt foreldur kann doyggja, og mangt annað.
At siga, at kjarnumynstrið gert onkisigandi, tá ið samkynd javnsetast í lógini, tí at samkynd pør ikki kunnu lívfrøðiliga sínamillum fáa børn, er at halda lítið um sítt egna uppáhald og ein rong niðurstøða! Har er eingin leinkja, sum sigur at tað er ein sannroynd, at týdningurin í hjúnabandinum syndrast, tá ið samkynd kunnu vígast, tí tað ikki er framíhjárættur hjá hinskyndum meir. Ongin hevur biðið nakran trúgvandi broyta sín persónliga fata av ella tann týdning hann ásetur hjúnabandið. Somuleiðis, so er eingin frágreiðing, sum ávísur tað er neyðturviliga betri fyri børn enn í øðrum umstøðum. Mín spurninguri er so; hava børn tað minnið gott í øllum øðrum viðurskiftum? Um tað er týdningarmikið, at varðveita tað eina mynstrið í hesum stovni, so mugu prógv ávísast, at børn hava tað verri, tá ið mynstrið ikki er galdandi ella syndrast.
Við kvøðum,
Jens Arni Leo Hammerfoss